- Góð samanrenning av hugna og summari

Eydna av Fløtum hevur verið á Summarfestivalinum fyrr, men hesaferð var eitt must, tí at Rasmus Seebach var aftur at hoyra. Saman við so at siga øllum, sum kundi krúpa ella ganga í Klaksvík í gjár, var hon farin oman á Vágsbø klokkan 21 at lurta eftir Rasmus Seebach.

Hvørjum skalt tú lurta eftir? Ella hvørjum hevur tú lurtað eftir?

- Eg var við vinkonuni og lurtaði eftir Rasmus Seebach í gjár. Tað var tað viktigasta. Tað var so gott, tí einaferð búðu vit saman - høvdu felags alt, felags bil, felags mat - og so lurtaðu vit altíð eftir Rasmus Seebach. Vit hoyrdu eisini Seebach hvørja ferð vit vóru í Eclipse, Natteravn var altíð at hoyra.

-So tað var nokk so stuttligt at hoyra hann saman í gjár, sigur Eydna av Fløtum

Hvat er tað besta við summarfestivalinum?

- Summarfestivalurin er ein góð samanrenning av hugna og summari. Nú hevur ólavsøkan akkurát verið, og har var alt eitt sindur nógv. Tú hevur nógv at gera, nógv at náa. Her er alt eitt sindur meira avslappað. Tað er ein ordiligur familjufestivalur, sigur Eydna av Fløtum.