Góða veðrið ávirkar grønu orkuframleiðsluna

Samstundis sum virksemið í landinum veksur, so veksur tørvurin á orku, og tað sæst aftur í tølunum hjá SEV, sum í dag boðar frá, at orkuframleiðslan fyri fyrra hálvár í 2019 setti met.

Samanlagt vórðu framleiddir 186 GWt fyrra hálvár í ár, ið er ein vøkstur upp á 9,7 prosent, boðar SEV frá í dag.

Aloftast hava vit nokk av vindi og regni her heima, og hetta er gott fyri SEV, sum er í tilgongd at umleggja orkuframleiðsluna til grønari alternativ enn olju. Turra og stilla veðrið í seinastuni hevur eisini merkt orkuframleiðsluna hjá SEV.

Og góða veðrið saman við økta eftirspurninginum eftir elorku gjørdi, at at framleiðslan av burðardyggari elorki var lutfalsliga lægri fyrra hálvár 2019 í mun til í 2018, tað vil siga 39 prosent í mun til 48 prosent.

Fyrra hálvár í ár stóð olja fyri 61 prosentum, meðan vatn og vindur stóðu fyri ávikavist 24 og 15 prosentum av samlaðu elframleiðsluni, boðar SEV frá.