Góðtaka ikki at fara nógv niður um 3% í lønarhækking - um árið

Nevndarlimur í Lærarafelagnum setur mark fyri, hvørja lønarhækking, lærarar vilja góðtaka, nú samráðingar verða í næstum

 

 

Nú tíðirnar eru so góðar, sum tær eru, fara vit als ikki at góðtaka at fara langt niður um trý prosent í lønarhækking um árið

Tað sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

Sáttmálin ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið gongur út tann 1. oktober, og nú samráðingar skulu vera í næstum, er Carl Eli Nolsøe Samuelsen bjartskygdur á heimasíðuni Lærarafelagnum.

Hann hevur vakt ans hjá honum, at bæði løgmaður, og fíggjarmálaráðharrin, hava boðað frá, at hesi næstu árini er rúm er fyri einum útreiðsluvøkstri upp á 3,5 prosent um árið.

Hetta tekur hann sum um at lønarhækkingarnar í hesum samráðingunum fara at vera minst líka høgar, sum tær vóru seinast. Tá vóru tær 2,3 prosent tað fyrra árið í sáttmálaskeiðnum og 2,5 prosent tað seinna árið.

Hann vísir á, at løgmaður nevndi, at í hesum 3,5 prosentunum eru lønarhækkingar, príshækkingar og aðrar útreiðslur, taldar við. Og avleiðingin av tí er helst, at sjálvar lønarhækkingarnar, sum Fíggjarmálaráðið fer at bjóðað, verða nakað lægri enn tað.

– Tó fara vit als ikki at góðtaka at fara langt niður um 3 prosen í lønarvøkstri um árið í hesum frálíku, góðu fíggjarligu tíðum, ger Carl Eli Nolsøe Samuelsen, greitt á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.