Góðtekur ikki vánaligt stev

Um samgongustevið ikki er gott, so verður nýggja borgarliga samgongan hjá Bárði á Steig Nielsen ikki langt lív lagað. Tað gjørdi hann greitt á tíðindafundinum har nýggja samgonguskjalið bleiv lagt fram fyri almenninginum.

- Eg ætli mær ikki at standa á odda fyri einari samgongu, ið ikki er arbeiðsfør, segði Bárður á Steig Nielsen, sum løgtingið um eina løtu mest sannlíkt fer at velja til løgmann, tá hann av fjølmiðlunum bleiv spurdur, um ein samgonga við einans 17 tingmonnum ikki er eitt ov tunt grundarlag.

Sostatt sendi komandi løgmaður eitt greitt signal til tingfólk í samgonguni, at um samgongan endar í tí støðu, at tað eru tingmenn, sum ikki atkvøða saman við samgonguni, men arbeiða móti henni, slítur hann samgonguna.

- Tá er tað betri, at onkur annar situr við landsins leiðslu, staðfesti komandi løgmaður á tíðindafundinum.