Góður streymur og hampiligt veður

Í løtuni eru bert trý línuskip til fiskiskap, harav eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin.

 

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, og tað er serliga línan, sum roynist.

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, og tað er serliga línan, sum roynist.

 

Í dag eru bert trý línuskip til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip fara at loysa í næstum.

- Tvey av skipunum, sum í løtuni eru til fiskiskap, eru á Íslandsrygginum, men ivasamt er, um tey koma inn at landa í næstu viku, tí skipini eru nýliga byrjaði túr.

Lagt verður aftrat, at triðja línuskipið, sum er til fiskiskap í løtuni, er vestan fyri og fiskar tosk og hýsu. Hetta skipið kemur inn at landa mánadagin.

- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður hampiligt. So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, og tað er serliga línan, sum roynist. 

- Veiðan hjá útróðrarbátum er stórt sæð bara toskur, verður lagt aftrat.

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, og tað er serliga línan, sum roynist.