Góður triðingur av teimum ferðandi eru útlendingar

Ferðafólkatalið í Vága Floghavn hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Í fjør ferðaðust í alt 377.813 fólk umvegis flogvøllin í Vágum, og tað er ein øking uppá 10,7% í mun til 2017.

Hagtøl frá Vága Floghavn vísa, at í januar og februar í ár komu og fóru 40.265 fólk umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 11,1 % fleiri fólk í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Ferðavinnan og aðrir áhugabólkar hava í longri tíð fregnast eftir hagtølum um tjóðskap teirra ferðandi um flogvøllin. Loksins hevur Vága Floghavn fingið neyðuga skipan til at fremja skráseting av ferðafólkum.

Fyrsta kanningin um tjóðskap teirra ferðandi er nú gjørt, og hagtølini fyri 1. ársfjórðing 2019 gerast almenn. Kanningarnar fara fram á tann hátt, at ferðafólk skráseta seg í sambandi við check-in, tá farið verður úr Føroyum. Hendan kanningin fatar um 33.125 ferðafólk, sum hava skrásett sín tjóðskap í 1. ársfjórðingi í 2019. Yvirlitið niðanfyri er ein samandráttur av úrslitinum af fyrstu kanningini.

##med2##

Hagtølini vísa í høvuðsheitum, at tveir triðingar av teimum ferðandi vóru føroyingar, meðan ein triðingur var útlendingar, umframt at heili 92% av teimum ferðandi á flogvøllinum høvdu norðurlendskan tjóðskap.

Kanningin vísir eisini, at áleið fimti hvør ferðandi hevði danskan tjóðskap. Hetta merkir, at um 86% av teimum ferðandi vóru føroyingar og danir.

9,3% av teimum ferðandi, 3092 fólk, høvdu tjóðskap uttan fyri Norðurlond, ið er óvæntað, tá hugsað verður um, at talan er um fyrsta ársfjórðin.

– Ferðafólkini verða framhaldandi skrásett, so vit fáa haldgóð hagtøl og vit kunnu betra um umstøður og tænastustøði í føroysku ferðavinnuni, sigur Gudny Langgaard, stjóir í Vága Floghavn.