Gøtuljós lýsa í 530 tímar í desember

- Mest verður spart í juni, tá ljósini eru sløkt, siga tey í Tórshavnar kommunu.

Eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári verða gøtuljósini í Havn tendrað aftur.

Eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári verða gøtuljósini í Havn tendrað aftur.

 

Flestu gøtuljós í Tórshavnar kommunu eru sløkt summarmánaðirnar. Undantikin eru ljósini í miðbýnum og onkra aðrastaðni. Summarið er so ljóst, og tí hevur hetta ongantíð elvt til nakrar trupulleikar.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í dag verður víst á, at eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári verða gøtuljósini tendrað aftur, og soleiðis hevur verið í skjótt 50 ár.

Sum dagarnir styttast, verður ljósið so tendrað fyrr út á kvøldið, tess myrkari tað verður. Hvørt kvøld verða ljósini soleiðis tendrað einar 5-10 minuttir fyrr enn undanfarna kvøld.

- Men, nú myrknar skjótt. Tí ger Gøtuljósdeildin eitt skarvslop í kvøld, soleiðis at ljósini verða tendrað 20 minuttir fyrr í kvøld enn í gjárkvøldið.

Á heimasíðuni verður eisini víst á, at kommunan sløkkir ljósini, bæði fyri at spara pening og orku og harvið eisini fyri at verja umhvørvið.

- Mest verður spart í juni, tá ljósini eru sløkt. Í desember lýsa ljósini í 530 tímar av teimum tilsamans 744 tímunum, sum eru í mánaðinum tilsamans, verður lagt aftrat.

Eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári verða gøtuljósini í Havn tendrað aftur.