Gongdin hjá trolaraflotanum er óbroytt

Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, men skipini, sum fiska við gørnum, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, sum vanligt er hesa tíðina av árinum.

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Annar kemur væntandi inn at landa í næstu viku. Hin er nýliga byrjaður túr og kemur seinni.

Teir smáu trolbátarnir eru á landleiðini. Teir fiska tosk og flatfisk og koma væntandi inn at landa miðskeiðis og seinast í næstu viku. 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt skipið ísar. Eitt garnaskip fiskar havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.