Gongur ikki ynskinum hjá samkyndum á møti

Børn skulu hava eina mammu og ein pápa - og ikki tvær mammur

Í samgonguskjalinum stendur, at børn skulu hava rætt til bæði eina mammu og ein pápa. Tað vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskinna á. Og tað ger hon nú Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt hana, um nøkur ætlan er um at broyta lógina um foreldramyndugleika, so at eitt barn hevur tvey foreldur, beinanvegin tað er komið í verðina.

Hann spurdi eisini landsstýriskvinnuna um ætlanin er at broyta lógina so at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða eitt barn, sum makin hevur átt.

– Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni, tí nú er tað bara tann av foreldrunum, sum eigur eitt barn, sum fær foreldramyndugleikan. Samstundis fær hetta foreldrið rættindi sum stakur, men hitt foreldrið hevur ongan foreldramyndugleika yvir barninum.

– Hetta ávirkar familjurnar á nógvum økjum, serliga í sambandi við arv, men eisini í sambandi við barsilsgjald, systkinafrádrátt og aðrar sosialar tænastur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at í samgonguskjalinum stendur, at børn skulu fáa rætt til bæði mammu og pápa, og at nú skulu rættindi og skyldur í hesum sambandi, staðfestast.

Vit skulu kanna, hvussu vit á besta hátt tryggja hesi rættindi og vit skulu tryggja, at tað, sum verður sett í eina nýggja lóg, er tað besta fyri barnið, sigur hon.

Hon leggur afturat, at tað er avgerandi, at tær broytingar, sum verða gjørdar, fyrst og fremst eru til gagns fyri barnið.

– Eg fari fyrst og fremst at arbeiða við tí, sum stendur í samgonguskjalinum, og reglur um sammóðurskap eru ikki ein partur av hesum málinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.