Gongur illa at fáa tey eldru at bjóða seg fram

So nú verður ein roynd gjørt afturat

Tað er nú greitt, at tað verður neyðugt at útseta valið til eldraráðið í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar býráð sigur, at tað eru so fá, sum bjóða seg fram at sita í eldraráðnum, at tey hava gjørt av at útseta valið. Valið er fyrstu viku í oktober, men tá ið freistin at stilla upp, var farin mikudagin,, høvdu bara átta valevni bjóða seg fram og tí er valið útsett.

Tað skulu fimm fólk í ráðið og fólk skuluvera varalimir ognú ger býráðið eina roynd afturat at fáa eldraráðið valt.

Nýggj uppstillingarfreist er 23. septembar, og so ber til at atkvøða fram til hósdagin 22.oktobur. Øll, sum eru 60 ár, og eldri, junnu stilla upp og velja.
Eldraráðið ráðgevur Býráðnum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum eldru borgararnar og kommununa og tað verður valt fjórðahvørt ár.