Gongur væl við Hotel Hilton

Nýggja Hotel Hilton Garden Inn, sum verður bygt á Hálsi í Havn, stendur skjótt liðugt

Martin Restroff, nummar tvey frá vinstru, saman við hinum í leiðslutoyminum á Hotel Hilton

Martin Restroff, nummar tvey frá vinstru, saman við hinum í leiðslutoyminum á Hotel Hilton

Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton, sigur, at tað gongur væl við at fáa nýggja hotellið klárt, og at tey nú gleða seg at taka ímóti gestum.

- Vit vita ikki heilt neyvt, nær tað verður, men eg vildi mett, at hotellið verður liðugt einaferð seint í komandi mánað, sigur hann.

Hann fegnast um, at útlit nú aftur eru fyri, at eitt sindur av ferðafólki sleppur til Føroya í summar, og hann gleðir seg til at lata dyrnar upp fyri gestunum á nýggja hotellinum.

- Vit eru øgiliga spent at lata upp. Tað er ein dagur, sum vit hava glett okkum til í langa tíð, sigur Martin Restorff.

Martin Restroff, nummar tvey frá vinstru, saman við hinum í leiðslutoyminum á Hotel Hilton