Sterkasti norðbúgvin skal finnast

Bogi Hammer er á heimavølli, tá hann skal kappast móti fimm øðrum sterkum monnum í “Battle of the North”

Bogi Hammer hevur í løtuni heitið sum sterkasti maðurin í Føroyum

Bogi Hammer hevur í løtuni heitið sum sterkasti maðurin í Føroyum

Kappingin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 2. mai. Tá skal Bogi Hammer, sum í fjør vann sær heitið sum sterkasti maður í Føroyum, kappast móti fimm sterkum monnum úr ávíkavist Íslandi, Noreg, Svøríki, Danmark og Onglandi.

 

Og tað er ikki hissini kalar, sum Bogi skal kappast ímóti. Íslendski Haftur hevur seinnu árini verið við í avgjørda toppinum, tá kappast hevur verið um heitið sum heimsins sterkasti, og 190 kilo tungi íslendingurin má roknast sum favorittur til kappingini.

 

Laurence Shahlaei hevur fyrr vunnið heitið sum sterkasti maðurin í Stórabretlandi, og hann gjødrist nummar fýra í heiminum í 2011.

 

Úr Noreg kemur Ole Martin Hansen, sum hevur heitið sum sterkasti normaðurin, og úr Svøríki kemur Sebastian Davidsson, sum gjørdist nummar tvey í Svøríki. Hann kom kortini við til kappingina um at verða sterkastur í heiminum, og har gjørdist hann nummar átta.

 

Danski Nikolai Hansen hevur vitjað tvær ferðir í Føroyum. Hann hevur vunnið heitið sum sterkasti danin seinastu fimm árini.