Google strikar allan føroyskan tónleik frá YouTube fyri midnátt

Nýggj avtala er ikki gjørd um nýtslu av donskum tónleiki – herundir eisini føroyskum tónleiki – á YouTube. Google er í ferð við at strika allan danskan og føroyskan tónleik í dag.

Allur danskur og føroyskur tónleikur verður strikaður av danska partinum av YouTube fyri midnátt.

Tað er tí, at Google og Koda ikki eru vorðin samd um nýggja avtalu fyri nýtslu av donskum tónleiki á YouTube.

Koda umsitur rættindi fyri tónaskøld og sangskrivarar.

Mentamálaráðið í Føroyum hevur avtalu við danska Koda um rættindi til allan føroyskan tónleik – at verja rættindi hjá tónleikarum, tónaskøldum og útgevarum.

Tí er Google, sum eigur YouTube, í dag farið at strika allan danskan og føroyskan tónleik frá tænastuni, og á midnátt er alt burtur.

Tað sigur Dan Chalmers, sum er stjóri hjá YouTube í Evropa, í dag.

– Vit eru longu í ferð við at strika tað, tí vit hava virðing fyri rættindunum hjá listafólki og sangskrivarum.

– Hetta er ein støða, vit av øllum alvi hava roynt at sloppið undan, og eg vóni, at vit kunnu finna eina loysna skjótast gjørligt. Vit eru tilreiðiar at finna eina nýggja avtalu. Vit hava samráðst við Koda og gjørt okkara besta. Men eg haldi ikki, tað er ein nøktandi avtala, sum Koda krevur, sigur hann.

Partanir hava í eina rúma tíð samráðst um eina nýggja avtalu fyri at brúka danskan – og herundir eisini føroyskan – tónleik, eftir at avtalan fór úr gildi í apríl.

Arbeitt verður við at gera eina felags norðurlendska avtalu, sum skal koma í staðin fyri norsku, finsku og donsku avtalurnar fyri tónaskøld og sangskrivarar.

Ein fyribils longd avtala fer úr gildi í morgin. Tað er orsøkin til, at tónleikurin verður strikaður í dag.

/ritzau/