Gott 800 luttakarar til hálvmaraton

Føroya vakrasta hálvmaraton verður um vikuskiftið

Mynd: Fraelsi.fo

Mynd: Fraelsi.fo

Tað verða gott 800 luttakarar, tá Føroya vakrasta hálvmaraton fer av bakkastokki um vikuskiftið í Vágum. Í tíðindaskrivi upplýsa fyrireikararnir nevniliga, at higartil hava 775 persónar boða frá luttøku.

Tað er leygardagin, at skipað verður fyri tiltakinum, ið er vorðið so stórt í vavi, at neyðugt verður at steingja ein part av almenna vegakervinum á oynni, meðan luttakarar renna og ganga teinin frá Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.

Fyrireikararnir boða nevniliga frá, at vegurin frá Flogvøllinum til FK í Miðvági verður stongdur í tíðarskeiðinum 11:30-13:00.

Í tíðindaskrivinum boða fyrireikararnir eisini frá, at meira fokus verður á umhvørvið í ár.

- Stuðul verður latin Krabbameinsfelagnum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær eisini stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann nú keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Og eingin gávuposi er við ymiskum smálutum heldur. Tó medalju fáa vit enn og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. Køkstoymið, sigur seg vera til til dystin fús at fara frá einnýtisíløtum til at vaska upp, skrivar fyrireikararnir.

Enn ber til at tekna seg til tiltakið, ið verður leygardagin. 

Mynd: Fraelsi.fo