Gott festivalveður

Savnsmynd

Savnsmynd

Gestirnir í Summar festivalinum í Klaksvík kunnu væntað gott og turt veður teir næstu dagarnar, tó at nakrir dropar kunnu fella leygarnáttina. Tað vísir forsøgnin hjá DMI.

Í dag:
Eitt lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Um kvøldið eitt lot til andøvsgul, undir 5 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 12 stig. Um náttina turt og klárt í veðrinum. Hitin millum 3 og 9 stig.

Fríggjadagur:
Fleyr til gul av eystri, 1 til 5 metrar um sekundið, sum øtlar út á dagin upp í gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landnyrðingi, 7 til 12 metrar um sekundið. At byrja við nakrir sólglottar, men seinni degnum samdrigið. Um náttina samdrigið og møguliga nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig.

Leygardagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðing og norði, 8 til 13 metrar um sekundið, sunnunáttina snarar hann í ein útnyrðing. Samdrigið og møguliga nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 8 og 11 stig.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðing, 8 til 13 metrar um sekundið. Um dagin makar í lot til andøvsgul, 4 til 8 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 6 metrar um sekundið. Turt og samdrigið. Hitin um 10 stig. Um náttina turt. Hitin millum 5 og 9 stig. 

Savnsmynd