Goymslubygningurin hjá Sandgrevstri liðugur

Nýggji bygningurin, sum Sandgrevstur úr Fuglafirði hevur bygt á havnalagnum á Toftum, er nú liðugur og klárur at taka í nýtslu

Í tí sambandinum bjóðaði Sandgrevstur í gjár til morgunmat í nýggja bygninginum.

Gordon Martin Midjord, stjóri, bjóðaði vælkomin og takkaði fyri góða móttøku á Toftum og fyri gott samstarv við Nes kommunu. Menninir í Undirhúsinum á Toftum settu dám á løtuna við góðum sangi. Vegna Undirhúsið ynskti Alfred Olsen eigarunum til lukku við nýggja bygninginum og Guds signing, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

##med2##

Eisini borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, segði nøkur orð og ynskti eigarunum hjartaliga til lukku við bygninginum.

Talan er um ein bygning, sum er 1525 fermetrar til støddar, 61 metur langur, 25 metur breiður og 10 metur høgur.

Síðani 2013 hevur Sandgrevstur havt virksemi á havnalagnum á Toftum. Teir hava leigað Snoddbygningin á Toftum, sum P/F Eysturoy eigur, til teirra virksemi, sum umfatar flutning og goymslu av alifóðri. Alifóðrið verður lagt á goymlsu og síðani flutt út á laksaalistøðirnar eftir tørvi, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

##med3##
##med4##