Grannar øtast um ov høga útstykking á Dalavegnum

- Um mann heldur seg til ásetingarnar, fær mann loyvi til hetta, sigur ábyrgdarhavandi

 

Í løtuni er Tórshavnar kommuna í ferð við at gera ein nýggjan veg við Dalavegin.

Men tey, ið búgva í grannalagnum, øtast um, hvussu vegurin er lagdur inn á økið. 

Tey halda tað ikki vera rætt, at vegurin er lagdur so høgt oman fyri lendið. Sum sæst á myndunum, er vegurin lagdur, so hann passar við lendið oman fyri. 

Grannarnir skilja ikki, hví kommunan heldur, at ovari parturin av lendinum skal avgera, hvar vegurin liggur, í staðin fyri at grava niður í lendið. 

##med2##

Eingin býarverkfrøðingur hevur verið í starvi í Tórshavnar kommunu í fleiri mánaðir. Kommunan hevur søkt eftir býarverkfrøðingi, men eingin hevur søkt.

Og so er spurningurin, um hendan verkætlanin er gjørd í ábyrgdarloysi uttan at taka atlit til lendið og grannarnar. Men tað er tað ikki, sigur Marius Muller, tekniski stjóri, og fyribils býarverkfrøðingur. 

- Hatta hevur ligið sum grønt øki í nógv ár, og sjálvandi gevur tað onkrar trupulleikar í grannalagnum, tað slepst ikki undan. Men um mann heldur seg til ásetingarnar, fær mann loyvi til hetta. Útstykkingin hevur verið gjølla viðgjørd og er samtykt, sigur Marius Muller.

- Í mun til lendið, sum er omanfyri, passar tað nokkso væl, haldi eg. Fer mann longur niður, skal mann grava nokkso langt niður. Men tað eru jú nógvir mátar, mann kann gera hatta uppá.

##med3##