Grannar sløktu eldsbruna

Um eitt tíðina fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var kyknaður í eini sethús í Hoyvík. Sløkkilið og løgreglan vórðu send á staðið, men tá tey komu fram høvdu grannar longu bast eldinum. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Tað brendi uppeftir húsinum og orsøkin var helst tann, at tey hava arbeitt við oljubaserað træverju á terassuni hjá bústøðum í gjárkvøldið.

- Tá tey vóru liðug við klútin koyrdu tey hann í eina spann, ið ikki hevur tolt slíkt. Slíkir klútar mugu koyrast í eina metalspann, tí vandi er fyri at teir tendra av sær sjálvum. Um tað verður latið í eina plastikkspann kann klúturin smelta spannina. Tað er nakað, ið týðir á, at tað er tað, ið er hent, upplýsir vakthavandi.

Húsfólkið hevði arbeitt við terassuni um nátturðatíð, men kyknaði eldurin fyrst einar seks tímar seinni, upplýsir vakthavandi.

Eldurin festi í klædningin í húsinum og hevði breitt seg til úthangið á takinum, men áðrenn sløkkiliðið kom á staðið høvdu grannar bast eldinum. Sløkkiliðið gjørdu kortini sínar kanningar og tryggjaðu, at eldsbrunin var sløktur.