Grannarnir bjóða teimum eldru vælkomnum

Vit kundu verið sloppin undan hesum stríðnum, men nú hyggja vit frameftir, siga grannarnr

Tey eru farin at grava fyri deplinum

Tey eru farin at grava fyri deplinum

– Nú hyggja vit frameftir og fara at taka væl ímóti teimum, sum fara at búgva her, og teimum, sum fara at arbeiða her.

Tað siga grannarnir hjá nýggja umlættingar og endurvenjingardeplinum, sum Tórshavnar Kommuna nú fer at byggja fyri endan á Rólantsgøtu í Hoyvík.

Grannarnir mótmæltu upprunaligu ætlanini, og ein orsøk til tað var, at eftirt teirra tykki stóð  bygningurin var alt ov nær sethúsunum

– Hóast vit framvegis halda at depilin átti at verði bygdur longur burturfrá grannunum og at hann átti at staðið lægri í lendinum, góðtaka vit hesa semju, sigur Petur Skeel Dahl, formaður í Eigarafelagnum Hoyvíkshædd, í eini fráboðan í dag.

– Vit hyggja nú frameftir, og vit gleða okkum til at taka væl í móti deplinum og teimum, sum koma at búgva og virka har, leggur hann afturat.

Síðani upprunaliga ætlanin varð løgd, er semja gjørd ímillumbýráðið og grannarnar, og hendan semjan ber í sær, at depilin verður minkaður eitt sindur, so at hann verður nakað longri burtur frá nærmastu grannunum. Tað hevur áður verið frammi, at eitt kamar er tikið burtur í hesum sambandi.

Somuleiðis verður vegurin til depilin broyttur, soleiðis at hann verður blindur, og at hann ikki verður ov høgur, og somuleiðis skal ein grønur geiri verða ímillum vegin og nærmastu grannarnar.
– Somuleiðis hevur Tórshavnar kommuna lovað okkum at parkeringin verður verður skipað soleiðis, at bilar hjá vitjandi og starvsfólkum ikki órógva okkum sum búgva rundan um, sigur formaðurin í eigarafelagnum

– Eisini er hæddin á mønuni nú ein hálvan metur lægri enn hon var í upprunaligu ætlanini.

Men te halda, at hendan orrustan ímillum grannarnar og Tórshavnar Býráð, kundi verði fyribyrgd, hevði býráðið bara kunna grannarnar um verkætlanina áðrenn sáttmálin var skrivaður undir við arbeiðstakaran.

Tey eru farin at grava fyri deplinum