Myndina eigur sýslumaðurin á Svalbard, Kjerstin Askholt. Tað var um hesar leiðir, at vanlukkan hendi.

Granskarar á Svalbard fáa kreppuhjálp

- Vit eru í sjokk, sigur støðleiðarin á pólsku granskingarstøðini á Svalbard, Włodzimierz Sielski, við NRK.

Myndina eigur sýslumaðurin á Svalbard, Kjerstin Askholt. Tað var um hesar leiðir, at vanlukkan hendi.

 

- Vit eru í sjokki, sigur støðleiðarin á pólsku granskingarstøðini í Hornsund á Svalbard, Włodzimierz Sielski, við NRK. Hetta sigur hann eftir syrgiligu vanlukkuna, har tvey av hansara starvsfólkum - ein kvinna og ein maður - eru dottin oman og deyð.

Hann sigur, at enn vita tey ikki so nógv um tað, sum er hent. Kvinnan og maðurin høvdu vikuskiftisfrí og vóru farin á skíðferð um vikuskiftið. Tá tey ikki komu aftur til avtalaða tíð, varð farið at leita. Nakrar tímar seinni vórðu funnin, omandottin og deyð.

Włodzimierz Sielski hevur í kvøld sitið á kreppufundi í Warszawa við leiðsluna fyri granskingarstovnin á Svalbard. Men, áðrenn hesin fundur byrjaði, fór hann fyrr í dag tunga túrin til famijurnar hjá teimum deyðu at bera sorgarboðini um tað, sum er hent.

- Eini slík boð eiga ikki at vera borin um telefonina, sigur Włodzimierz Sielski, sum sjálvur var staddur í Pólandi, nú vanlukkan hendi.

Hann sigur, at manningin á støðini í Hornsund nú fær kreppuhjálp frá sálarfrøðingi.

Í morgin fer Włodzimierz Sielski sjálvur til Longyearbýin at hitta sýslumannin á Svalbard, Kjerstin Askholt, áðrenn hann fer víðari til granskingarstøðina í Hornsund at taka sær av teimum, sum eftir eru har.

NRK veit at siga, at vanliga eru 14 fólk á pólsku granskingarstøðini, sum liggur umleið 13 sjómíl sunnan fyri Longyearbýin á Svalbard.

Myndina eigur sýslumaðurin á Svalbard, Kjerstin Askholt. Tað var um hesar leiðir, at vanlukkan hendi.