Granskari: - Tað eru eingi prógv

- Eitt virus, sum hevur frábrigdi, soleiðis at tað smittar verri og fleiri, kann sjálvsagt eisini gerast orsøk til fleiri deyðsføll, sigur granskari í koppingarevnum.

Gunnveig Grødeland er granskari í koppingarevnum á Universitetinum í Oslo.

Gunnveig Grødeland er granskari í koppingarevnum á Universitetinum í Oslo.

 

Hóast bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á tíðindafundi í dag segði, at bretska frábrigdi av koronu-virus helst er meira deyðiligt enn kenda koronu-virusið annars, sigur ein granskari í koppingarevnum, sum starvast við Universitetið í Oslo, at haldgóð prógv ikki eru fyri hesum. 

Granskarin, Gunnveig Grødeland, vísir á, at neyðugt er við meira dátum, áðrenn ein slík niðurstøða kann gerast. - Eitt virus, sum hevur frábrigdi, soleiðis at tað smittar verri og fleiri fólk, kann sjálvsagt eisini gerast orsøk til fleiri deyðsføll. 

Hon vísir á, at tær dátur, sum í løtuni fyriliggja um frábrigdið, vísa eina lítla øking í deyðiligheitini, men tað skal sigast, at talan er um smá tøl, og tískil er eisini neyðugt við fleiri dátum, áðrenn nakað kann sigast við vissu.

- Tað er einki, sum bendir á, at koppingarevnið ikki er effektivt móti bretska frábrigdinum. Vit eiga at vera greið yvir, at tað eru fleiri túsund frábrigdi av hesum virusinum kring heimin. Higartil eru tað bert nøkur fá frábrigdi, sum koppsetingin hevur víst seg at vera minni effektiv ímóti, sigur granskarin í koppingarevnum, Gunnveig Grødeland.

 

 

Gunnveig Grødeland er granskari í koppingarevnum á Universitetinum í Oslo.