Granskingarskipið hjá Røkke komið til Noregs

Skipið verður útgjørt við nýggjastu tøkni innan vísundaligt virksemi og verður eisini gjørt út til brenna burturkast.

 

 

Tað hevur gingið skjótari enn væntað at sleipa skrokkin longu leiðina heim úr Rumenia.

Tað hevur gingið skjótari enn væntað at sleipa skrokkin longu leiðina heim úr Rumenia.

 

Skrokkurin til granskingarskipið, sum norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke, hevur latið byggja á skipasmiðjuni, Vard Tulcea í Rumenia, er nú komin til Noreg, har skipið skal gerast liðugt á Brattvåg-skipasmiðjuni.

Tað er sleipibáturin, Kamarina, sum síðan byrjanina av september hevur sleipað skrokkin longu leiðina heim úr Rumenia. Granskingarskipið, sum fer at kosta einar fýra miljardir norskar krónur, skal eitt nú brúkast til at brenna plast, sum verður tikið upp úr havinum.

Kjell Inge Røkke hevur saman við Rev Ocean sett 500 miljónir dollarar í verkætlanina, og hesin peningur skal í fyrsta lagi brúkast til bygging umframt til trý ára rakstur av verkætlanini. 

Skipið verður útgjørt við nýggjastu tøkni innan vísundaligt virksemi. Skipið verður útgjørd við trolreiðskapi, sonarskipanum, royndarstovum, fyrilestrarsalum, undirvatnsrobottum og framkomnari samskiftisútgerð.

- Hetta er eitt stórt vegamót í royndini at røkka okkara máli um eitt reint hav, siga tey hjá Rev Ocean. Lagt verður aftrat, at nýggja skipið, sum er næstan 183 metrar langt við plássi fyri einari manning á 30 og umstøðum til 60 granskarar, skal verða liðugt í 2021.

Sjálvur hevur norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke, sagt, at endamálið við skipinum er ikki at tjena eina krónu, men hetta er í staðin eitt ynski hjá honum um at geva nakað aftur til samfelagið.

##med2##

 

 

Tað hevur gingið skjótari enn væntað at sleipa skrokkin longu leiðina heim úr Rumenia.

Kjell Inge Røkke.