Grát, góði havnarborgari!

Um eitt ár er aftur kommunuval, og til ta tíð kunnu vit so fegnast um, at vit langt um leingi sleppa av við býráðssamgonguna, sum hevur stýrt á Vaglinum síðstu trý árini. Men samstundis mugu vit staðfesta, at tað verður eitt sindur av einum upptaki, áðrenn Tórshavnar kommuna aftur líkist sær sjálvari, sum vit kenna hana.

Turru tølini fortelja, at býráðsmeirilutin roynir at droyma seg inn í framtíðina, heldur enn nakað annað. Fíggjarætlanin fyri 2020 roknar við einum inntøkuvøkstri upp á 6%, men tað fer neyvan at halda. Hinvegin vænti eg, at góðu tíðirnar seinnu árini fara at “normalisera” seg, og tí átti heldur at verið roknað við einum varnari inntøkuvøkstri.

Raksturin hækkar aftur góð 6%, og higartil hevur sitandi býráðsmeiriluti hækkað raksturin við meira enn 150 milliónum krónum.

Ongantíð hevur verið lættari at stjórnað høvuðsstaðnum, enn hesi síðstu trý árini, tí vit hava sæð ein inntøkuvøkstur, ið hevur givið kommunukassanum eina meirinntøku upp á yvir 250 milliónir krónur. Tí er tað milt sagt skelkandi at uppliva eina so vánaliga stýring, at neyðugt er við lántøku, og tað verður ikki mætari av, at lántøkan upp á 57 milliónir krónur er til “valflesk” og einki annað.

At gera íløgur í 2020 fyri 360 milliónir krónur at brúka í einum valári, er ábyrgarleyst og líkist ongum. Tíverri má staðfestast, at tað eru búskaparligir “brennivargar”, ið stjórna Tórshavnar kommunu, og mær lystir at síggja, hvussu hetta fer at síggja út, tá ið inntøkurnar eru minkaðar. Sum nevnt omanfyri, verður tað eitt verri upptak!

 

Ikki eitt grundstykki

Samstundis sum kommunalar útreiðslur skulu tryggja býráðssamgonguni atkvøðuinntøkur, er nakni veruleikin, at við størsta trýsti nakrantíð á bústaðarmarknaðinum, er tað ikki eydnast Tórshavnar kommunu at útvega so mikið sum eitt grundstykki hesi trý árini. Heldur ikki sæst nakað sum helst til bústaðarátøk í yvirvaksnu íløguætlanini hjá meirilutanum.

Eindarleiðslan á dagstovnaøkinum er burtur úr vón og viti, og hana fara vit – sum nakað av tí fyrsta – at taka av eftir komandi val. Ímóti serkunnleikanum hevur býráðsmeirilutin valt at trumlað sín egna vankunnleika ígjøgnum, so fleiri fólk verða stúvað saman á brúnni, samstundis sum tað fækkast við fólki á dekkinum. Tvørturímóti vilja vit umraðfesta fíggjarætlanina við hægri normering til dagstovnaøkið upp á 9 milliónir krónur.

Somuleiðis vilja vit umraðfesta fíggjarætlanina við hægri normering til eldraøkið upp á 6 milliónir krónur. Hesar 15 milliónirnar finna vit við umskipanum í rakstrinum, og tað letur seg væl gera. Tíverri hevur býráðsmeirilutin ikki víst vilja til at síggja møguleikar og batar í at reka skynsaman politikk!

 

Meinur smeitur

Í skjótt sjey ár havi eg sitið í býráðnum, og tá ið eg hugsi aftur ígjøgnum hesi árini, so helt eg, at tað var sera nógvur peningur í Tórshavnar kommunu í 2013, tá ið fíggjarætlanin var góðar 660 milliónir krónur. Men í dag, seks ár seinni, er fíggjarætlanin farin 65 milliónir krónur upp um eina milliard!

Raksturin er hækkaður 315 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, og ta er íroknað eldraøkið, sum Fólkaflokkurin í óðum verki tveitti út til kommunurnar. Eins og tá, so haldi eg enn, at eldraøkið skuldi ongantíð verið lagt út til kommunurnar, og eg stúri fyri, at smeiturin verður meinur, tá ið kommunurnar og Føroya fólk koma at merkja sviðan í versnandi tíðunum, ið longu nú merkjast kring landið.

Vit, sum sita í býráðsminnilutanum, fara at leggja broytingaruppskot fram til fíggjarætlanina, har vit staðiliga fara at mæla frá at taka lán í so góðum tíðum. Men vit koma ikki bara við frámælum, men vilja hinvegin spæla út við einum tilmæli til, hvussu vit kunnu spara tær 57 lántu milliónirnar hjá meirilutanum burtur. Tað er ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur og hann eigur sjálvandi at ráða í landsins størstu kommunu.

 

Tróndur Sigurðsson

býráðslimur