Grava nú til lutaíbúðirnar í Vági

Seks lutaíbúðir skulu byggjast

Nú er gongd komin á útgrevsturin í Mýrunum, har tær fyrstu seks lutaíbúðirnar í Vági verða bygdar, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Tað er byggifyritøkan Norcon úr Vági, sum stendur fyri arbeiðinum, og Bústaðir hevur ábyrgdina av byggingini.

Tá tær seks lutaíbúðirnar eru lidnar verða tær latnar lutaíbúðarfelagnum, sum seks eigarar koma at eiga í felag. Bygdar verða íbúðir, sum eru 80 fermetrar og 90 fermetrar.

Íbúðirnar á 80 fermetrar fara at kosta eitt innskot á 310.000 krónur, og mánaðarliga húsaleigan verður 5400 krónur um mánaðin.

Íbúðirnar á 90 fermetrar kosta eitt innskot á 350.000 krónur, og mánaðarliga húsaleigan verður 6.100 krónur.