Gravgangur eftir stórari hýsu í USA

- Inntøkan hevði verið væl betri í fjør, um kreppan ikki kom, sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

 

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

 

- Tá koronu-farsóttin tók seg upp í fjør vár, fullu prísirnir á fiski nógv, men sum frá leið mentist toskaprísurin aftur. Hinvegin komu prísirnir á longu og brosmu ongantíð upp aftur á tað støði, teir vóru á fyri kreppuna.

Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

- Árið 2020 var eitt lutfalsliga vánaligt ár hjá línuskipunum, har veiðivirðið gjørdist nógv minni, enn tað annars hevði havt verið, um alt var sum vanligt. Tá kreppan tók seg upp, lógu fleiri skip í eina tíð, tí eingin keypari var.

Heystið royndist heldur ikki nakað serligt.

- Hóast keðiligu umstøðurnar, høvdu manningarnar, sum sigla við frystilínuskipunum, kortini eina hampiliga inntøku í 2020, men inntøkan hevði verið væl betri, um kreppan ikki kom, sigur Hálvdan Gudmundsen, sum vísir á, at koronu-kreppan serliga hevur gingið út yvir ísfiskalínuskipini, har onkrir túrar í heyst hava verið minstulønartúrar.

Formaðurin í Felagnum Línuskip, sum sjálvur er reiðari á frystilínuskipinum Eivindi, sigur, at teir, sum hava frystiskipini, hava selt stóra hýsu til USA fyri lutfalsliga góðan prís.

- Men, hetta er ikki nakað nýtt, tí tað hava vit gjørt, síðan vit fingu Eivind. Serliga nú til jólar hevði stór hýsa so góðan prís í USA, sum ongantíð áður. Hetta er komið væl við, nú marknaðurin í Bretlandi hevur verið so vánaligur, leggur formaðurin í Felagnum Línuskip aftrat.

##med2##

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

Serliga til jólar hevði stór hýsa sera góðan prís í USA.