Grind: vælmannað løgreglulið í Hvalba

Vælmannað løgreglulið er farið til Hvalbiar í samband við, at grind liggur útfyri bygdini.

Grindin liggur í løtuni útfyri Hvalba.

 

Alt økið við sandin er avbyrgt. Og tað er avbyrgt meira enn vanligt er, og øll ferðsla verður beind aðrar vegir, og ørindaleys sleppa als ikki nærhendis.

 

Vælmannað løgreglulið er komið til Hvalbiar, og útfyri liggur verjuskip.

 

Alt hetta hevur óivað samband við, at fólk frá Sea Shepherd hava hildið til í Suðuroynni, eins og aðrastaðni. Báturin Columbus hevur ligið á Tjaldavík í vikuvís, og tað sigst, at Bridget Bardot hevur verið á leiðini við Sandvík, Hvalba og Vág í morgun.