Grindaaktivistar mæla James Bond til at boykotta Føroyar

Ágangurin frá aktivistum hevur áður fingið útlendingar til at bakka undan - nú leggja tey eftir James Bond-filmstoyminum

Tað er lív í á Twitter, nú tað er alment, at Føroyar verða partur av nýggja James Bond filminum. Fleiri twitterbrúkarar halda hetta vera stuttlig og forvitnislig tíðindi, og her tosa vit bæði um Føroyavinir og kanska serliga James Bond-fjepparar.

Men - so eru tað eisini tey, ið ikki fegnast um føroyska íkastið í James Bond. Og hvør man tað vera? Grindaaktivistarnir - surprise, surprise.

Alsamt fleiri dagføringar frá mótstøðufólki á Twitter venda sær beinleiðis til James Bond-toymið við at frámerkja @007, sum er almeni Bond-vangin. Hetta byrjaði longu spakuliga í síðstu viku, men nú síggjast fleiri og fleiri, sum finnast at avgerðini at taka senur upp í Føroyum. Aktivistarnir spyrja, hví tey koma til Føroya, har mann drepur grind, og skýra teimum tískil fyri at stuðla barbariskum drápi - somu viðmerkingar, sum vit hava sæð so nógvar ferðir fyrr.

##med2##

Hetta kann tykjast harmleyst. Men vit vita frá royndum, at ágangurin frá aktivistum á socialu miðlunum veruliga kann bera á mál og fáa útlendingar at avlýsa sínar ætlanir í Føroyum. Feskastu dømini eru frá í summar, tá bretin Lewis Capaldi avlýsti sína konsert á G! festivalinum, og hitt høvuðsnavnið Fatboy Slim gav allar sína løn frá G! til ein umhvørvisfelagsskap.

Tað var havfelagsskapurin Blue Planet Society, ið skipaði fyri hesum "mótmælisátakinum", og júst sami felagsskapur roynir eisini at gera vart við seg nú. Á Twitter siga tey, at uttan so, at James Bond er í Føroyum fyri at bjarga grindahvalum, so er tað skuffandi at síggja, at filmað verður her.

##med3##

Hesin Albi Deak er sera virkin aktivistur, sum fleiri ferðir hevur funnist at Føroyum og grindadrápi