Grindaboð á Sandi

Teir eru á veg á Sand við eini hampiilgari stórari grind

Tíðliga seinnapartin varð ein grind funnin uttan fyri Sandsboða og síðani eru fleiri bátar komnir til hana. Teir eru nú í ferð við at reka grindina inn á Sand, har ætlanin er at halda henni til. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur frá grindamonnunum, at teir meta, at talan er um eina hampiliga stóra grind.