Grindaboð í Suðuroy

Teir eru í ferð við at reka hana inn á Hvalba

Tað er grundaboð í Suðuroy. Bátar eru í løtuni í ferð við at reka hana inn á Hvalba og teir eru akkurát komnir í fjarðarmunnan við henni. Grindamenn siga, at tað er ilt at meta um, hvussu stór hon er, men sagt verður, at tað er heilt fitt av grind.