Grindaboð vestan fyri á Streymoynni

Ætlanin er at halda henni til í Leynum

Fyri eini løtu síðani varð boðað frá grund uttan fyri Kirkjubø. Bátar eru farnir til grindina og roynt verður at reka hana ímóti Leynum.

Løgreglan sigur, at talan er um eina lítla grind, og síðst tey vistu, var hon uttan fyri Velbastað við kós norðureftir ímóti Leynum