Grindin aftur í Haraldsundi

Grindin, sum stutt eftir døgurða ikki var at síggja, liggur nú aftur langt inni á Haraldsundi.

Grindin, sum stutt eftir døgurða ikki var at síggja, liggur nú aftur langt inni á Haraldsundi.

 

Tað veit Norðlýsið at siga.

 

Bert tann eini báturin liggur í løtuni hjá grindini, at tað sigst vera ein bátur hjá SeaShepherd.

 

Sagt verður, at rákið í Haraldsundi verður hart eftir klokkan 17.00, so tá verður einki gjørt við grindina.

 

Karl Johansen, sýslumaður, hevur ráðført seg við kønar menn á staðnum, og tað fer at reka upp í ættina eftir klokkan 17.00, og tí verður eingin rakstur í kvøld. Men kanska seinni í nátt ella í morginárini fæst rakstur á grindina, verður sagt.