Grindin farin suður eftir við fullari ferð

Nú líkist tað tíð, vit eru von við, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur

Tað var 7. juli, at grind varð merkt í Gøtu. Mynd: Tjóðsavnið

Tað var 7. juli, at grind varð merkt í Gøtu. Mynd: Tjóðsavnið

Nakrir av hvalunum, sum vórðu merktir í Gøtu tann sjeynda juli í ár, eru nú farnir suðureftir.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum ger serliga nógv burtur úr at granska hval, sigur, at sostatt líkist ferðingarmynstrið hjá hesum hvalinum tí, tey eru von við hjá hvalum, tey áður hava merkt.

Tað vóru fimm hvalir, sum vórðu merktir, men ta fyrstu tíðina eftir at teir vórðu merktir, sá tað annars ikki út til, at teir bóru seg at sum vanligt. Eftir at hava ligið á Gøtuvík í nakrar tímar, fór grindin nevniliga norður eftir ígjøgnum Kalsoyarfjørð og helt síðani kósina norður í hellingina, 60 fjórðingar úr landi.

Eftir at hava ligið har á leiðini í tveir dagar, fóru teir í ein beinan vestan, yvir Íslandsryggin, við ein ferð upp á umleið ein fjórðing um tíman.

Hetta er fyrstu ferð, at ein grind sum er merkt í Føroyum, hevur ferðast á hesum leiðum, sigur Bjarni Mikkelsen. Hann sigur, at helst hevur væl av føði verið at finna har á leiðini og tí hava hvalirnir hildið seg har.

Men eftir at hava ligið á Íslandsrygginum í ein slakan mánað, komu teir eystur yvir aftur, 60 fjórðingar norðan fyri Føroyar.

Men nú eru í hvussu so er tríggir av havlunum farnir við ferð suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og tað tók teimum bara fýra dagar at koma heilt suður til Hebridurnar, har teir síðani hava ligið.

 

##med2##

Ein hvalur liggur eftir her norðuri om okkara leiðir og ein sendari er slóknaður og tí er ógreitt um hesin hvalurin er eftir í Hetlandsrennuni, ella um hann er farin suðureftir saman við hinum trimum hvalunum.

Bjarni Mikkelsen sigur, at sostatt er ferðingarmynstrið hjá hesum hvalunum farið at líkjast tí hjá øðrum hvalum, sum eru merktir.

Hann vónar nú, at sendararnir halda í eina tíð afturat, í hvussu so er nakað inn í nýggja árið fyri at fáa eina meiri fullfíggjaða mynd av, hvussu grind ferðast.

Nú nærkast teir Rock All og spurningurin er so um teir leggja seg har, ella um teir venda norður yvir aftur, leggur hann afturat.

Tað var 7. juli, at grind varð merkt í Gøtu. Mynd: Tjóðsavnið

Grøni bletturin vestan fyri Hebridurnar vísir, hvar tríggir av hvalunum nú eru staddir