Grindin hevur lagt beinini

Hampuliga stór grind hevur lagt beinini í Havn í morgun

 

Beint áðrenn klokkan 9 í morgun var grindaboð í Nósloyarfirði, og nú hevur hon lagt beinini í Sandágerði. Tað gekk væl at reka grindina inn, og drápið gekk eisini væl. Grindaformenn hava mett hana til at vera um 150 hval.

- Tað er ringt at meta um, hvussu stór grindin her. Men har vóru nógvir springarar uppií, sum blivu riknir burtur, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Enn er ov tíðliga at siga, nær seðlarnir koma út.

- Tað tekur sína tíð at merkja hvalirnar, og eg vænti ikki, at seðlarnir koma fyrr enn klokkan 18 í kvøld, sigur hann.