Grindin hevur lagt beinini

Drápið gekk væl, og talan er um væl fleiri enn 50 hval

Á sandinum í Trongisvági (Mynd: Tóri Nattestad)

Á sandinum í Trongisvági (Mynd: Tóri Nattestad)

Nú hevur grindin langt um leingi lagt beinini á sandinum í Trongisvági. 

- Drápið gekk stak væl, og tað var skjótt yvirstaðið, sigur Beinir Debes, grindaformaður í Froðba.

Nógv fólk vóru komin oman á sandin at antin fregnast ella luttaka í drápinum hetta mánakvøldið.

Tvørafólk fegnast um, at tað eydnaðist grindamonnunum at reka grindina inn, áðrenn tað bleiv ov myrkt. Grindin kavaði nevniliga illa, og tí var tað í eina góða løtu ivasamt, um suðringar fóru at fáa nakað kók hesu ferð. 

Hvussu nógvir hval talan er um, veit Beinir Debes ikki at siga enn, tí hvalirnir eru ikki taldir enn. Men hann sigur, at tað er í øllum førum fleiri enn 50, sum varð mett fyrr í kvøld.

Seðlarnir koma tó ikki út í kvøld, tí nú er vorðið ov myrkt. 

- Grindin skal sleipast út á Drelnes, har hon verður tikin upp, og tað tekur sína tíð. So seðlarnir koma ikki út fyrr enn einaferð í morgin fyrrapart, vænti eg.

 

 

Á sandinum í Trongisvági (Mynd: Tóri Nattestad)