Grindin í Hvalba: Mannagongdin verður ikki sum vanligt

Stór grind legði beinini í gjár og hon verður býtt til alla Suðuroynna

Tað var ein grind av teimum størru, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið. Grindin varð funnin út fyri fjarðarmunnan í Sandvík, og tað gekk væði skjótt og væl at reka hana inn á Hvalba.

Men komin heilt inn á born á fjørðinum, kom stígur í og hon varð trek at gera landgongd, so tilsamans tók drápið eina løtu. Men Jaspur Vang, sýslumaður, sigur kortini, at eftir umstøðunum tað tað heilt væl og grindin varð avlívað, so hvørt hon fekst at gera landgongd.

Teir hava merkt í alla nátt og sýslumaðurin sigur, at 252 hvalir og 35 springarnar eru merktir. Tilsamans er grindin 1.472 skinn og hon verður býtt til allan oynna, men enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út.

Jaspur Vang sigur, at hesa ferð verður mannagongdin øðrvísi enn hon plagar at vera og tað er fyri at verja fyri, at korona skal breiða seg aftur. Vanliga møta grindamenn upp, tá ið seðlarnir koma út, men soleiðis verður ikki hesa ferð.

Hesaferð verða tað bara umboð fyri tær sjey kommunurnar, sum koma eftir seðlunum og hvør kommuna fær so alla grindina, sum hoyrir til tað kommununa.

Kommunan syrgir so fyri at flyta hvalirnar, sum hoyrir til teirra kommunu, heim til sín, og har fara so umboð fyri teir ymsu grindabátarnar eftir seðlunum, og so verður farið at skera upp.

 

##med2##

Sýslumaðurin sigur, at hann hevur heitt á kommunurnar um at skipa tað soleiðis, at tað er gott pláss at skera upp á fyri at sleppa undan at trunka alt saman.  

Hann heldur eisini, at drápið í gjár var væl skipað. Hann sigur, at tað vóru einir 70 grindamenn í drápinum umframt at nakrir áskoðarar stóðu nakað burtur frá. Men í Hvalba er tað so víðført, at hann heldur ikki at tað skuldi bila.