Kirstin Andreassen 90 ár

Týsdagin 2. september verður Kistin Andreassen í Havn – Kirstin í Ullvøruhúsinum – 90 ár. Síðsta árið hevur hon búð á Lágargarði, og har verður høvi at heilsa upp á Kirstin í morgin - leygardagin 30. august millum klokkan 14 og 17.
Kirstin er havnarfólk. Her varð hon fødd, og her hevur hon búð so at siga alla sína tíð.
Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Jens Christian verður framvegis minstur fyri síni serligu evni at fáast við tónleik, og tað hevur altíð verið nógvur sangur og tónleikur har, sum Guttesen fólkini hava verið.
Tey bæði, Jóhanna og Jens Christian, fingu trettan børn. Av teimum komu ellivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatuligt, at tað bar teimum til at bú­leikast í lítlu húsunum við Ting­húsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir.
Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gun­hild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Nú er Kirstin tann einasta, sum er eftir á lívi.
Eftir at hon var liðug í skúlanum, arbeiddi Kirstin í bakarínum hjá Frants, hjá Hans Joensen og í Sápu­hús­­in­um. Áðrenn hon gift­­ist var hon eitt skifti í Keyp­mannahavn og tænti, og fyrst í seksti árunum arbeiddi hon í Radio El, sum William Sloan átti. 22. au­gust í 1949 giftist Kirstin við Leivuri Andreassen ella Leivuri í Ullvøruhúsinum í Havn. Fýra ár eftir, at tey bæði vóru gift, fluttu tey til Keypmannahavnar, sum Leivur sigldi út frá. Tey búðu niðri í trý ár. So fluttu tey aftur til Havnar. Fyrst búðu tey í raðhúsi í Jóannesar Pat­urs­sonargøtu, síðani fluttu tey í Ullvøruhúsið, har tey búðu í mong ár, og fyri einum tredivu árum síðani fluttu tey niðan í Jústsgøtu.
30. oktober verða tað tíggju ár síðani, at Leivur doyði. Tað var ein dyggur smeit­ur hjá Kirstin at missa mannin, sum hon var so ógvuliga tætt knýtt at.
Kirstin og Leivur eiga tvey børn - Maria og Jens, sum bæði búgva í Havnini og arbeiða á Lands­sjúkra­hús­in­um. Hon er sjúkra­systir, og hann er lækni. Barna­børnini eru átta, og tað er farið at fjølg­ast í næsta ættar­lið­num.
Kirstin var í Ebenezer­kór­inum, frá tí hon var blaðung og inntil fyri einum fimtan árum síðani. Hon hevur góða og berandi rødd, og tað finnast fleiri upptøkur, eitt nú hjá Evangelisku Rødd­ini, har Kirstin eigur solo­røddina. Hóast nógvar av upptøkunum vóru gjørdar í skundi, tí onkur sangur skuldi brúkast saman við talu í útvarpssendingini frá Monte Carlo, so eru sang­irnar framvegis til gleði og sign­ing.
Maria gav fyri tíggju árum síðani fløgu út. Kirstin sang saman við dótturini í einum sangi. Tá var hon 80 ára gomul. Tað man næstan vera met fyri at hava verið við til fløguútgávu. Ikki so sjáldan eru tær báðar, Kirstin og Maria, at hoyra í út­­varpinum, har tær syngja Eg stundi eftir at lenda har heima.
Kirstin hevur altíð verið stak fyrikomandi og smílandi. Hon hevur so vælsignaðar gávur at seta kulør á, har hon hevur verið. Hon er framúr gestablíð, og hennara næstu bera henni, at tey høvdu ikki kunnað ímyndað sær eina betri ommu og langommu
Hjartaliga til lukku á føðingardegnum Kirstin.      
---
Sanna og Jóannes Hansen