Sámal á Reyni við vetnisbilinum Toyota Mirai, sum Reyni Service hevði á framsýning í Føroyum fyri tveimum árum síðan. Nokso passandi: »Mirai« á japonskum merkir »framtíð«

Grøn orka: Soleiðis virkar ein brintbilur

Við vetnisorku ber til at koyra bil, uttan at tú á nakran hátt dálkar umhvørvið

Sámal á Reyni við vetnisbilinum Toyota Mirai, sum Reyni Service hevði á framsýning í Føroyum fyri tveimum árum síðan. Nokso passandi: »Mirai« á japonskum merkir »framtíð«

Í hesum døgum verður nógv tosað um el-bilar í sambandi við grøna orku. Trupulleikin við el-bilum er enn, at meginparturin av el-orkuni verður framleidd úr olju, og tí verður »grøna« orkan í el-bilnum ikki so grøn kortini, um elektrisitetið er framleitt úr olju.

Men tá øll elframleiðslan er grøn, so verður orkan, sum el-bilar brúka, sum vera man eisini grøn.

##med2##

Onnur orkukelda er brintorka ella vetnisorka. Við vetnisorku ber til at koyra bil, uttan at tú á nakran hátt dálkar umhvørvið. Tað er at kalla óavmarkað tilfeingi í náttúruni, tá talan er um vetni, og hættirnir at goyma orkuna gerast støðugt meira framkomnir.

Fyri tveimum árum síðani hevið Reyni Service ein Toyota Mirai í Føroyum. »Mirai« á japonskum merkir »framtíð«.

– Tað verður nógv tosað um umhvørvi í hesum døgum. Hjá Toyota hevur aðalsetningurin ígjøgnum nógv ár eisini verið, at vit vilja gera nakað við umhvørvið. Vit hava seinnu árini upplivað, at hybrid-bilarnir frá okkum hava verið serstakliga væl umtóktir, men menningin steðgar sjálvandi ikki her. Vetnisbilar eru okkara boð upp á eina grønari framtíð, og vit vilja fegin vísa føroyingum, hvussu ein vetnisbilur sær út og riggar, segði Sámal av Reyni, sum er stjóri á Reyni Service, við okkum tá.

Vetnisbilurin er í veruleikanum ein hybrid-bilur, sum vit kenna tað frá Toyota. Í mun til higartil vanligu hybrid-bilarnir nýtir Mirai tó vetni – brint – ístaðin fyri bensin sum brennievni.

Vetnið verður leitt frá tangunum, og tá tað rennur saman við luft, hendir ein evnafrøðilig reaktión, har el verður framleitt. Hetta verður síðani nýtt sum drívmegi í motorinum, sum gevur heilar 154 hestar og eitt moment upp á 335 Nm. Og einasta útlátið er altso reint vatn, sum dryppar úr útstoytinum!

Tá talan er um hybrid, gagnnýtir bilurin eisini rørsluorkuna, sum verður skapt við vanligari koyring. Hvørja ferð tú tekur ferðina av bilinum, ella um tú rullar í undanbrekku, verður orka tikin av bilinum. Undir vanligum umstøðum hvørvur henda orka, men í hybrid-bili verður hon goymd í battarípakkanum, sum so hjálpir vanliga motorinum, tá tørvur er á tí.

 

Sámal á Reyni við vetnisbilinum Toyota Mirai, sum Reyni Service hevði á framsýning í Føroyum fyri tveimum árum síðan. Nokso passandi: »Mirai« á japonskum merkir »framtíð«

Í filmsbrotinum omanfyri verður greitt frá, hvussu ein vetnisbilur virkar