Grønland: Corona-óttin er avblástur

Alexandra Pipaluk Hammeken, sum lesur til lærara og hevur undirvíst í einum skúla í Tórshavn í fýra vikur, fekk góð boð frá landslæknanum í Grønlandi.

 

Tey trý fólkini, sum í gjár komu til Grønlands við flogfari úr Keypmannahavn, og sum illgruni var um kundu vera smittað við corona-virus, vístu seg ikki at bera smittuna.

Royndirnar, sum tiknar vóru av fólkunum í gjár, vísa nevniliga, at tey ikki eru fongd við corona-virus. Hetta merkir samstundis, at Grønland framvegis er corona-frítt øki, og tað merkir eisini, at fólkini, sum hava verið í sóttarhaldi, eru leys aftur.

- Hetta vóru góð boð at fáa. Tað tóktist, sum tað, ið hendi, var so yvirdrivið. Men, tað er eisini deiligt at síggja, at trupulleikin verður tikin í álvara.

Tað sigur Alexandra Pipaluk Hammeken, sum var millum tey trý, ið vóru undir illgruna fyri at hava corona-smittu. Hon heldur, at alt, sum hevur verið gjørt burtur úr, vónandi kann verða til hjálpar næstu ferð, illgruni verður um corona-smittu.

Alexandra Pipaluk Hammeken, sum lesur til lærara og hevur undirvíst í einum skúla í Tórshavn í fýra vikur, fekk góðu boðini frá landslæknanum í Grønlandi.

##med2##

Alexandra Pipaluk Hammeken.