Grønland droymir um ein tjóðleikvøll

- Verkætlanin er áhugaverd, um leikvøllurin kann rúma meira enn tí eini ítróttargreinini, sigur Ane Lone Bagger.

 

Dreymurin um ein grønlendskan tjóðleikvøll hevur fingið eitt skump í rætta endan, og tað er grønlendska heimastýrið, sum nú er til reiðar at búka eina miljón krónur til forkanningar.

Endamálið við hesum arbeiði er sambært www.sermitsiaq.ag at finna út av, hvør - ella um onkur - vil gera íløgur í tjóðardreymin hjá grønlendingum, sum heimasíðan málber seg. 

Heimasíðan skrivar, at tað er heimsgitni arkitekturin, Bjarke Ingels, sum hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu ein tjóðleikhøllur í Nuuk kundi sæð út.

Bjartskygni stendst av einum svari, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Ane Lone Bagger, júst hevur givið landstingsliminum - Anders Olsen - úr Siumut.

Ane Lone Bagger sigur í sínum svari, at verkætlanin er áhugaverd, um leikvøllurin kann rúma meira enn tí eini ítróttargreinini og enntá ymiskum tiltøkum aftrat ítróttinum.

Hon heldur, at børn og ung skulu kunna hava heilsugóðar aktivitetir, antin hesir byggja á ítrótt ella mentan, og tjóðleikvøllurin eigur soleiðis eisini at kunna rúma mentanarligum aktivitetum.

- Vit eru samd um, at betraðir venjingarmøguleikar fara at síggjast aftur í menning og úrslitum - fyrst og fremst millum tey, sum dagliga kunnu brúka tjóðleikvøllin, sigur Ane Lone Bagger.