Grønland kann gloyma alt um sjálvræði

- Tekur Grønland avgerð um, at landið skal gerast sjálvstøðugt, fer tað at merkja, at Grønland verður minni sjálvstøðugt, enn tað er í dag, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Tekur Grønland seg úr ríkisfelagsskapinum, tekur USA yvir í Grønlandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Tekur Grønland seg úr ríkisfelagsskapinum, tekur USA yvir í Grønlandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, heldur tað ikki vera realistiskt, at Grønland nakrantíð verður ein sjálvstøðug tjóð. Hann heldur, at til tess hevur USA alt ov stór áhugamál í landinum, sum liggur á norðuramerikanska kontinentinum. Fyrrverandi forsætisráðharrin heldur eisini, at tekur Grønland seg úr ríkisfelagsskapinum, tekur USA yvir í Grønlandi.

- Grønland kann gott gloyma dreymin um veruligt sjálvræði, tí tað hevði USA ikki latið farið aftur við borðinum, sigur hann við danska blaðið, Politiken. Hann heldur, at Danmark hevur ein ávísan "berøringsangst", tá tað ræður um Gønland, og tað heldur Lars Løkke Rasmussen ikki vera heppið.

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin vísir á, at tað gongur betur í grønlendska samfelagnum nú, og hann heldur eisini, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur eitt sera vakið eyga fyri tingunum, sum hann tekur til.

Hann heldur, at kjakið í viðurskiftunum millum Danmark og Grønland hevur verið nógv stýrt av evnum sum sjálvstøðu og donsku einaveldis viðfaringini av uttanríkismálum. Lars Løkke Rasmussen heldur, at tað hevði skapt eitt betri samstarv millum londini, um størri opinleiki og meira samskifti hevði verið um trygdarpolitisk mál í ríkisfelagsskapinum.

Lars Løkke Rasmussen heldur, at var Grønlandi leysari av Danmark, so hevði landið heilt vist verið nógv meira knýtt at USA, enn Grønland er í dag. - Tekur Grønland avgerð um, at landið skal gerast sjálvstøðugt, fer tað at merkja, at Grønland verður minni sjálvstøðugt, enn tað er í dag, tí landið liggur á norðuramerikanska kontinentinum, sum fyrrverandi danski forsætisráðharrin tekur til.

- Tekur Grønland seg úr ríkisfelagsskapinum, tekur USA yvir í Grønlandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.