Grønland: Saknað kvinna funnin deyð

Pauline Kleist, sum í januar knappliga hvarv í Sisimiut, er nú funnin deyð.

 

Myndin av løgreglufólkum í Grønlandi er tilvildarlig.

Myndin av løgreglufólkum í Grønlandi er tilvildarlig.

 

Løgreglan í Sisimiut fekk um vikuskiftið eina fráboðan um, at fólk høvdu funnið eitt lík, sum nú vísir seg at vera 69 ára gamla, Pauline Kleist, ið dúgliga hevur verið leitað eftir.

Sermitsiaq veit at siga, at tað eru fólk í familjuni, sum hava eyðmerkt kvinnuna til at vera Pauline Kleist, sum seinast varð sædd á lívi í Sisimiut hin 19. januar í ár.

- Tað verður líksýn av kvinnuni, og úrslitið av líksýninum verður avgerandi fyri, hvat víðari skal henda í málinum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í Nuuk, Søren Bendtsen.

Løgreglan vil ikki siga meira um málið í løtuni, og tískil er sambært Sermitsiaq heldur ikki greitt, hvør deyðsorsøkin er, og hvørjar umstøðurnar kring deyðsfallið hava verið.

Men, grønlendska kringvarpið - KNR - veit frá løgregluni at siga, at líkið varð funnið undir kavanum, og hetta er ein orsøkin til, at umfatandi leitingin ikki gav úrslit.

Leitað varð annars bæði við fólki, hundum, tyrlu, dronum og kavaskutarum, og tað vóru eisini nógv sjálvboðin við í leitingini eftir Pauline Kleist.

 

 

 

 

 

 

Myndin av løgreglufólkum í Grønlandi er tilvildarlig.