Grønland: Skutu 15 grindahvalir

Jollur róku teir inn móti landi, har teir blivu skotnir

Savnsmynd

Savnsmynd

Grønlendsku veiðumenn drupu í síðstu 15 grindahvalir nærhendis Nanortalik. Tað skrivar grønlendski miðilin KNR.

Augustinus Augustinussen var ein av veiðumonnunum, ið var við til drápið, og við grønlendska miðilin sigur hann, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur sæð so nógvar grindahvalir samlaðar á einum stað.

Sambært KNR vóru átta jollur við í rakstrinum, har grindahvalirnir blivu riknir inn móti landi, áðrenn teir blivu skotnir.

- Vit drupu teir við riflum. At byrja við var tað avbjóðandi, men vit funnu út av hvar og hvussu vit skuldu skjóta teir, so at teir kendu so lítla pínu sum gjørligt, sigur Augustinus Augustinussen við KNR.

Sambært KNR er tað ikki óvanligt, at grindahvalir eru at síggja í Vesturgrønlandi, men eru teir eins og onnur hvalasløg ikki umfatað av nakrari kvotu. 

Savnsmynd