Grønlendskur flokkur krevur arktiskan ráðharra

Inuit Ataqatigiit er til reiðar til samráðingar við bæði tann reyða og tann bláa blokkin

Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri IA

Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri IA

Um grønlendski flokkurin Inuit Ataqatigiit (IA) fær avgerandi tingsessin aftaná fólkatingsvalið í Danmark, hevur flokkurin eitt krav:ein arktiskan ráðharra.

Tað siga fleiri av flokslimunum við grønlendska tíðindamiðlin, Sermitsiaq.

- Um IA fær tann avgerandi tingsessin í samráðingum, so verður tað eitt krav frá okkum, at mann fær ein arktiskan ráðharra við einum persóni úr Grønlandi, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri IA, við Sermitsiaq.

Grønlendski javnaðarflokkurin Inuit Ataqatigiit er til reiðar til samráðingar við bæði tann reyða og tann bláa blokkin. Sambært Sermitsiaq er danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, opin fyri hugskotinum um ein arktiskan ráðharra.

Áðrenn fólkatingsvalið í 2015 hevði Inuit Ataqatigiit eisini hugskotið um ein arktiskan ráðharra at venda, tó uttan at tað bleiv til nakað. Fólkatingsvalið verður 5. juni.

Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri IA