Grønlendskur rithøvundur: – Vit eru í einum ríkisfelagsskapi

– Tað er pínligt, at danir eru so óvitandi um Arktis. Serliga tí áhugin hjá amerikanarum og kinesarum knappliga er blivin so stór, sigur Nauja Lynge, rithøvundur

Kim Kielsen, Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen

Kim Kielsen, Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen

Í 2011 gjørdi Danmark eina langtíðarætlan fyri Arktis, sum kallast “Den Arktiske Strategi”. Hendan ætlanin gongur út nú í 2020, og í hesum sambandi hevur kjak verið um, hvat mann nú skal gera, og hvussu nýggja arktiska ætlanin skal síggja út. 

Ein teirra, ið hevur eina meining um hetta, er grønlendski rithøvundurin Nauja Lynge, sum hevur skrivað eitt kjakinnleg í danska miðlinum Altinget. Hon meinar, at tað er alneyðugt við einari heilt nýggjari og serligari langtíðarætlan fyri arktiska økið, nú politiski áhugin frá stórveldum sum Kina og USA er so stórur.

– Boðskapurin skal klokkuklárt vera, at útgangstøðið er, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi. Um tað einaferð broytir seg, so gera vit eina nýggja ætlan. Inntil tá eru vit í einum sameindum kongaríki, og hesum taka vit støði í, tá vit menna nýggju ætlan okkara, sigur Nauja Lynge í Altinget.

Nauja Lynge heldur ikki, at Danmark hevur tikið støðuna í Arktis í nóg stóran álvara. Í staðin hevur stjórnin tikið ov nógv atlit til ynski hjá Føroyum og Grønlandi í mun til sjálvstýri, meinar hon. Hon sigur, at tað er at kasta ábyrgdina frá sær, tá danska stjórnin sigur: “Tað mugu Grønland og Føroyar sjálvi avgera”.

– Nei, tað mugu tey ikki. Ríkisfelagsskapurin er ein realitetur, og tí mugu vit taka støði í einari langtíðarætlan fyri tí, sum vit hava, og ikki fyri tí, vit ikki hava ella kanska ikki hava tørv á, sigur Nauja Lynge.

Hon setur spurnartekin við, hvat Danmark yvirhøvur vil við arktiska økinum.

– Størsta avbjóðingin fyri Danmark er at kunna danir um, hvat tað vil siga at búgva í einari arktiskari tjóð - altso at gera tað skilligt, hvørjar avbjóðingar og møguleikar tað gevur. Tað er pínligt, at danir eru so óvitandi um Arktis. Serliga tí áhugin hjá amerikanarum og kinesarum knappliga er blivin so stór, sigur Nauja Lynge.

– Vit sum danskir ríkisborgarar eru noyddir til at seta okkum inn í, hvussu okkara tjóð fungerar fyri at skilja ta risastóru ábyrgd, sum liggur á okkara herum, bæði tá vit skulu verja, menna og hjálpa í Arktis. Tí skal Arktis á politisku dagsskránna í Danmark, so vit sum danskir skattgjaldarar kunnu skilja, hví vit skulu gjalda so nógv til norðuratlantiska partin av ríkisfelagsskapinum, og hví tað hevur okkara áhuga, sigur hon.

Kim Kielsen, Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen