Grótið skal ikki koyrast gjøgnum Havnina

Høgni S. Reistrup

 

Vit eru ein siglandi tjóð, og tí eigur tað at liggja ljóst fyri at sigla grótið úr Sandoyartunlinum til Eysturoynna. Koyrast gjøgnum Havnina skal tað ikki. 

Ímyndið tykkum 500.000 tons av gróti gjøgnum Havnina í stórum lastbilum beint framvið dagstovnum, skúlum og matvøruhandlum.

Tað er ikki í lagi, at 60 lastbilar koyra grót allar gerandisdagar í eitt samfult ár úr Sandoyartunlinum dálkandi gjøgnum alla Havnina, tí grótið skal í Eysturoynna. 

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Men 15.000 stórir lastbilar beint framvið stovnum og sethúsum í Havn skapa ongan trivnað.

Havnaborgarar kunnu ikki halda ondini í 1 ár, tí ein onnur kommuna vil hava grótið úr Sandoyartunlinum.

Hendir einki, fer fyrsti lastbilurin við gróti koyrandi í februar 2021 eftir eini ferðsluleið, sum er ovbyrðað frammanundan. 

Fái eg undirtøku á býráðsvalinum, fari eg at steðga hesi ætlan. Vegirnir í Havn skulu ikki brúkast sum millumlið. Tað finnast fleiri skilabetri loysnir. Eg fari at seta meg niður við øllum pørtum og finna eina aðra loysn. Tað ber væl til. 

 

Høgni S. Reistrup

Býráðsvalevni í Havn