Tað eru JHR Entreprenørar Sp/f, sum hava gjørt arbeiðið á Kambsdali fyri Fuglafjarðar kommunu.

Grundstykki fyri 200.000 á Kambsdali

Grundstykkini á Kambsdali eru umleið 500 fermetrar stór; tey eru grovplanerað og hava allar tekniskar íbindingar.

 

 

Tað eru JHR Entreprenørar Sp/f, sum hava gjørt arbeiðið á Kambsdali fyri Fuglafjarðar kommunu.

 

Útstykkingin, sum Fuglafjarðar kommuna hevur latið gera á Kambsdali, er nú avhendað. Hetta er ein útstykking til bygging av sethúsum.

Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at upprunaliga var ætlanin at útstykkja 16 vanlig grundstykki, men kommunan gjørdi av at gera átta grundstykki í fyrsta umfari.

- Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión millum sjey arbeiðstakarar hin 8. januar í ár, og tað vóru JHR Entreprenørar Sp/f, sum høvdu lægsta boð.

Sáttmáli millum arbeiðstakara og kommunu varð undirskrivaður hin 27. februar í ár.

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey at siga, at grundstykkini, sum talan er um, eru umleið 500 fermetrar stór. Tey eru grovplaneraði við øllum tekniskum íbindingum.

Kostnaður fyri hesi grundstykkini er 200.000 krónur, og úr Fuglafirði verður sagt, at tað er stórur áhugi fyri at byggja í Fuglafjarðar kommunu.

Tað eru JHR Entreprenørar Sp/f, sum hava gjørt arbeiðið á Kambsdali fyri Fuglafjarðar kommunu.