Grundstykki ganga sum heitt breyð

- Soleiðis, sum áhugin hevur víst seg, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp, verður neyðugt at útvega enn fleiri bústaðarmøguleikar, sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu.

 

 

Tað er stórur áhugi at seta búgv í Sjóvar kommunu, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp.

Tað er stórur áhugi at seta búgv í Sjóvar kommunu, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp.

 

Sjóvar kommuna hevur seinnu árini gjørt nógv fyri at fáa fólk at seta búgv í kommununi, og alt bendir á, at hetta hevur givið úrslit. Tá Artur Johansen tók við sum borgarstjóri í kommununi hin 1. januar í 2009, var fólkatalið 1030, men tá Føroyar eins og heimurin allur rendi seg í eina fíggjarkreppu í 2008, minkaði fólkatalið í Sjóvar kommunu niður á 930. 

Og nú búgva stívliga 1100 fólk aftur í kommununi.

- Tað vísti seg, at fleiri fóru av landinum at lesa í kreppuárunum, og seinnu árini hevur verið líkt til, at fólk eftir lokna útbúgving leita sær heimaftur, nú sum familjur. Haraftrat hava vit fingið nýggjar borgarar, sum frammanundan einki tilknýti hava til kommununa, sigur borgarstjórin.

Nýggjastu størri útstykkingarnar, sum Sjóvar kommuna hevur framt, eru 11 grundstykki á Fríðufløtum og 42 grundstykki við Hálsatjørn. - Hesi grundstykki hava gingið sum heitt breyð, og øll tey hesi 53 eru seld. Artur Johansen vísir á, at tey eisini hava aðrar smærri útstykkingar og útstykkingarætlanir í kommununi, eins og møguleikar eru og í framtíðini eisini verða at seta búgv á Selatrað og við Kolbeinagjógv, har kommunan hevur samtykt eina minni ætlan.

- Tað er umráðandi, at vit ikki gloyma smáu bygdirnar, sum hava so stóran týdning fyri kommununa. Hetta eru náttúruvakrir blettir, sum ríka kommununa og gera, at Sjóvar kommuna er tað, hon er.

Borgarstjórin vísir á, at kommunan eisini hevur nøkur grundstykki tøk Innan Glyvur - í Geilini, sum tað verður rópt. - Vegurin her gongur paralellur oman fyri landsvegin, og her er møguligt í góðum samstarvi við festarar at fara báðar vegir við grundøkjum, um fleiri grundstykki skulu útvegast um hesar leiðir. Sum er, kann byggjast á eini trimum grundøkjum í Geilini.

Artur Johansen dylur ikki fyri, at soleiðis, sum áhugin hevur víst seg, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp fyri almennari ferðslu, verður neyðugt at útvega enn fleiri grundstykki. - Vit hava útskrivað nøkur byggiloyvi við Hálsatjørn, og her eru fleiri í gongd við at gera grundøkini byggiklár. Fyrsti sokkulin er stoyptur, og byggitilfar er komið inn á økið. Nógva virksemi í samfelagnum ger, at tað kann taka tíð at fáa fatur í veitarum og byggifyritøkum til at byggja húsini.

Artur Johansen sigur, at hóast grundøkini við Hálsatjørn liggja í sera náttúruvøkrum øki við fantastiskum útsýni suður, eystur og vestur í fjørðin, hevur áhugin ikki verið minni fyri útstykkingini á Fríðufløtum á Strondum, har útsýnið yvir Skálafjørðin eisini er sera gott. 

Borgarstjórin ásannar, at nógv er bygt og fer at verða bygt í Sjóvar kommunu tey næstu árini. - Í 2007 varð ein rímiliga stór útstykking gjørd í Lágni, men tá fíggjarkreppan fór at gera um seg í 2008, minkaði áhugin fyri at byggja. Tískil komu bert nøkur fá hús upp í hesi útstykking. Men, í 2016, tá tað gjørdist greitt, at Eysturoyartunnilin var nær, vórðu øll grundstykkini, sum kommunan tá lá inni við í hesum øki, keypt, harav eini 15-16 hús nú eru komin upp, og onnur eru í gerð, sigur Artur Johansen.

Borgarstjórin vísir á, at tað stóra potentialið hjá Sjóvar kommunu tey næstu árini helst liggur upp at útstykkingini við Hálsatjørn. - Tað ber til at gera nakrar síðuvegir úr vegnum, sum gongur suður ímóti landsvegnum, og her verða møguleikar til fleiri grundstykki aftrat teimum 42, sum nú eru útstykkjað. Teir møguleikar, sum eru liggja eystan fyri vegin, sum er bygdur norður úr landsvegnum við Raktanga. Her kunnu útvegast møguleikar fyri eini 20-25 grundøkjum aftrat.

Men, tað eru ikki bara fólk, sum vilja byggja í Sjóvar kommunu, sum venda sær til kommununa í hesum tíðum. Her er eisini áhugi hjá privatum fyritøkum at sleppa at byggja íbúðir, og soleiðis hevur onkur privat fyritøka fingið prinsipielt byggiloyvi til 12 íbúðir uttarlaga á Strondum. Talan er her um lendi, sum eitt felag hevur keypt frá privatum. - Vit í kommununi hava okkara ráðgevarar, og her eru samráðingar í gongd í løtuni við veitarar, sum vilja byggja íbúðir á Strondum.

Í 2017 bygdu Bústaðir sjey íbúðir á Strondum, og her hevur eisini verið upp á tal at byggja nakrar íbúðir aftrat.

Borgarstjórin sigur, at ein onnur verkætlan, sum er upp á tal, er Inni í Byrgi, nakað uttan fyri Hulk á Strondum, har ein privatur veitari ætlar at byggja ein blokk við seks íbúðum. - Vit hava sæð tekningar av íbúðarblokkinum, men her er byggiloyvi ikki givið felaganum enn, tí her skulu eitt nú ávísar samráðingar fyrst fáast upp á pláss við landsmyndugleikar, eitt nú í samband við atkomu, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

##med2##

Tað er stórur áhugi at seta búgv í Sjóvar kommunu, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp.

Artur Johansen hevur verið borgarstjóri í Sjóvar kommunu síðan hin 1. januar í 2009.