Gudmund Helmsdal vann áskoðaravirðislønina

Tað var filmurin »Trøllabeiggi« hjá Gudmundi Helmsdal, sum fór við áskoðaravirðislønini á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Her er ein stuttur samandráttur: 

Trøllabeiggi er ein periodufilmur; søgan gongur fyri seg seinast í 1800'talinum, og snýr seg um tveir brøður, ið búgva einsamallir í einum dali. Evni í filminum eru: familja, trúgv, náttúruna, ósemjur og stríð, sterkar kenslur og deyði.

Gudmund Helmsdal var sera fegin um heiðurin. Hann segði ikki hava vunnið nakað slíkt, síðani hann vann 200 metra kapping í svimjing í Kvívíkar skúla sum smádrongur.

##med2##

Saman við áskoðaravirðislønini fekk Gudmund Helmsdal 25.000 krónur frá Tórshavnar kommunu.