Miðflokkurin ynskir vinum sínum í Ísrael til lukku

Í dag hevur Benjamin Netanyahu fingið hjartaligt lukkuynski frá Miðflokkinum

Bill Justinussen, vinstrumegin, Jenis av Rana í miðjuni, og Karsten Hansen, umboða Miðflokkin í landspoliikki

Bill Justinussen, vinstrumegin, Jenis av Rana í miðjuni, og Karsten Hansen, umboða Miðflokkin í landspoliikki

Miðflokkurin hevur dag sent forsætisráðharranum í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hjartaliga til lukku við valúrslitinum í Ísrael í gjár.

 

Konservativi forsætisráðharrin í Likudflokkinum, vann tryggan sigur á valinum, hóast tað frammanundan var stórur spenningur og veljarkanningar vístu, at tað stóð á jøvnum.

 

Og nú valsigurin er greiður, hevur Miðflokkurin í Føroyum, sent Benjamin Netanyahu eina heilsan, har tey ynskja honum hjartaliga til lukku við  valsigrinum.

 

- Tínir vinir, og vinir Ísraels í Føroyum ynskja tær, og fólkinum í Ísrael hjartaliga til lukku við stóra og avgjørda valsigrinum, sum tikið verður til í boðunum til Netanyahu.

 

Miðflokkurin sigur, at tey fara áhaldandi at biðja fyri Netanyahu og stjórn hansara, og tey fara at biðja Guð vísa honum á røttu leiðina í týdningarmikla starvi hansara at leiða Guds útvalda fólk.