Guðrið Højgaard millum tey heilt stóru í New York

Stjórin í Visit Faroe Island hevur í dag hildið røðu fyri stjórum í milliardafyritøkum í New York, sum vildu frætta um serliga átakið »Closed for Maintenance, Open for Voluntourism«.

Guðrið Højrgaard, stjóri í Visit Faroe Islands hevur í dag hildið røðu fyri 1.200 leiðarum úr 40 londum í Lincoln Center í New York.

– Ein serstakliga minnisríkur dagur. Lívið er júst so spennandi sum ein sjálvur ger tað til. Tí kundi man líka so gott siga ja til fyrispurningin um at halda framløgu fyri 1200 leiðarum úr 40 londum í Lincoln Center í New York í dag, skrivar Guðrið Højgaard á Facebook í kvøld.

Hon sigur, at tað kendist óveruligt, at Visit Faroe Islands, eitt av heimsins minstu ferðaráðum, var bjóðað at deila pallin við teir hægstu stjórarnar í teimum størstu milliardafyritøkunum í alheims ferðavinnu, so sum Hilton, American Airlines, Delta Airlines, Air France/KLM, Carnival Cruises, Booking, Expedia, Airbnb, Marriott, Avis v.fl.

– Eg skuldi tosa um serliga »Closed for Maintenance, Open for Voluntourism« átakið hjá okkum, ið hevur fingið serliga nógva altjóða umrøðu í ár.

Hon leggur skemtandi afturat, at tað hevði verið áhugavert at vitað, hvussu stórur tann samlaði umsetningurin í fyritøkunum hjá dagsins røðarum er.